Suðuroyartingmaðurin, Jóhan Dahl (S), setti, fyri ári síðani, tann 20. septembur 2005 fram fyrispurning viðv. kringvarpinum.
Í seks týðandi og viðkomandi spurningum, spyr tingmaðurin landstýrismannin um a) kringvarpið røkjur sínar skyldur mótvegis øllum økjum í landinum, og b) hvørjar íløgir, í menniskju og tøkni, skulu gerðast, fyri at kringvarpið kann røkja sínar skyldur úti um landið.
Í svarinum ásannar landstýrismaðurin at kringvarpið hevur skyldur mótvegis øllum økjum í landinum:
Sambært greinunum 5 og 17 í lógini hava útvarp og sjónvarp skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Útvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsið, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Sum eg lesi lógina, hevur Kringvarpið skyldu at fevna um alt landið.
Men frásigur sær síðan ábyrgd av svarinum:
Tað vil altíð vera ein meting, í hvønn mun kringvarpið livir upp til sínar skyldur. Hetta kemur undir programmábyrgd stjórans, og haldi eg tað tí ikki vera rætt av mær alment gera metingar um hetta.
Um vit góðtaka fortreytina, at tað er landstýrismannsins ábyrgd, at stovnar undir honum, virka eftir lógunum, sum lýsa stovnarnar. So er hetta svarið ikki nøgtandi. Landstýrismaðurin kann ongantíð vísa til ein stjóra yvir fyri tinginum. Tað er ábyrgdin hjá stjóranum at tryggja at stovnurin, í sínum dagliga virki, livir upp til lógir og kunngerðir sum lýsa stovnin. Men tað er ábyrgdin hjá landstýrismanninum at grundgeva fyri hesum, fyri tinginum, tá hann verður biðin um hetta. Tí kann tað, mótvegis tinginum, ongantíð verða ein spurningur um programmábyrgd, um stovnurin røkir sínar skyldur.
Tá landstýrismaðurin sjónliga heldur seg svara uttan ábyrgd, verður tá svarið áhugavert? Tað er ta, og svarið verður viðgjørt seinri. Nú skal bert ljóða ein áheitan, her frá, til Jóhan Dahl, um at biðja landstýrismannin svara einaferð aftrat.
Tilvísingar: Orðaskiftið